AVSPÆL
05. jul 2024
Rói Clementsen

Atgongumerkjasølan til Champions League er byrjað

Nú verður aftur altjóða fótbóltur í Klaksvík.

Lagt verður upp til eitt stórt og spennandi fóltbóltskvøld í Klaksvík. KÍ hevur enn ikki tapt ein Champions League dyst í Klaksvík.

Baksíðan verður gjørd til familjuøki og langsíðan, gamla skýlið, verður til aðrar fjepparar annars. Vit gera nógv burturúr fyri at gera heildarupplivingina so góða sum møguligt við tí sum har til hoyrir. Á báðum økjum verður søla av pylsum, góðgæti, øl og sodavatn.

Prísirnir eru ymiskir, alt eftir hvar á stadion tú ynskir at sita:

Dysturin byrjar mikukvøldið 10. juli kl. 19.00.

KEYP atgongumerki við at trýsta HER.