Upptakt: KÍ - B36
Klokkan 18:30 í annaðkvøld bresta KÍ og B36 saman. Hetta er seinasti dystur áðrenn hesi bæði liðini skulu royna eydnuna í evropeiskum kappingum.
Tað er altíð umráðandi at fáa trý stig, og tað verður tað sanniliga eisini í annaðkvøld. Í KÍ hyggur mann sjálvandi uppeftir í stigatalvuni, og tá ið Vìkingur og HB møtast innanhýsis gevur hetta eyka motivatión til at heinta inn á hesi bæði.
KÍ liðið hevur, fyriuttan dystin í Gundadali ímóti HB, fingið neyðugu stigini. Leikliga hevur spælið sæð betri út og hóast mótbrekkan ofta hevur virkað tung, so hevur liðið megnað at vunnið sigrar í yvirtíðini tveir ferðir innan stutta tíð.
Í morgin er uppgáva B36. Um fyrra hálvan skal koma undir at vera miðal, so má dysturin í morgin vinnast. B36 gav okkum ein hvøkk, tá ið vit vitjaðu í Gundadali seinast. 2-0 til B36. Tann ósigurin legði lunnar undir nógv spurnartekin hjá teimum bláu og hvítu.
KÍ liðið er partvís við at koma fyri seg viðvíkjandi skaðum. Hóast nógvir leikarar eru uttanfyri í løtuni, so er skaðastøðan við at blíva betri - samstundis sum styrkur kemur uttanífrá við nýggjum leikarum. Fyri KÍ er dysturin ímorgin ikki nøkur upphiting til dystirnar ímóti Differdange í Champions League. Týdningurin av trimum stigum er alt ov stórur til tess.
Vónandi møta nógv fólk upp við Djúpumýrar, tá ið KÍ skal leika fyrsta dystin á nýggja graslíkisvøllinum, og stuðla KÍ til sigurin í morgin.
KOYR Á KÍ.