AVSPÆL
29. jun 2024
Albin Johannessen

Dystarfrásøgn Víkingur – KÍ

Tað gjørdist eitt tepurt 1-0 tap í Gøtu dag.

Í mun til seinasta dyst, hevði venjaratoymið aftur gjørt broytingar í byrjanar uppstillingini. Tóra og Durita byrjaðu inni, meðan Maria og Sólja V. Johansen byrjaðu á bonkinum.

Man kundi óttast, at dysturin í dag fór at vera ein varin og taktiskur dystur, har bæði liðini royndu at verja minst eitt stig heim. Men dysturin gjørdist alt annað enn keðiligur. Tað kendist sum um man var til kappróður, tá skotið fall, settu allar fulla orku inn og góðu seg fult út frá byrjan til endað. Dysturin hevði skjótt málsøkið spæl, nógvar smáduellir og smáspæl á sera høgum stigi. Leikferðin var sera høg, serliga í fyrra hálvleiki. Ein av absolut best leiktu kvinnudystum.

Longu í fyrsta minutti fingu vit horna og kundi havt lagt okkum á odda, men Víkingur bjargaði á málstrikuni. Dysturin bylgjaði aftur og fram og var spenningur og intensitetur alla tíðina. Bæði liðini skaptu møguleikar og bæði liðini høvdu bóltin á træverkinum. Fyrri hálvleikur endaði tó við máleysum javnleiki.

Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri hálvleikur við góðum møguleika til okkara kvinnur, men heldur ikki her tóku vit av. Tá góðir 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, fekk Víkingur spælt seg ígjøgnum KÍ verjuna og Jensa Tórálvsdóttir skorðaði til 1-0. KÍ verjan vildi vera við at Jensa var rangstødd tá hon fekk bóltin, men dómarin lat ikki við seg koma.

Leikferðin fall eitt sindur eftir málið og spælið var meiri rótugt frá báðum liðunum, men bæði liðini skaptu møguleikar, tó uttan at liðini megnaðu at fáa bóltin í málið. Víkingur var tó vandamiklari og var um reppi at fáa enn eitt mál.

Dómarin í dag hevði gott tak á dystinum, ongir óneyðugir steðgir og leikararnir fingu loyvið at spæla. Tað sást at leikararnir kendu seg tryggar við leiðsluna á vøllinum.

Tað var sera hugaligt at vera til dystin í Gøtu í dag. Leystliga mett táttaði tað í einar 100 áskoðarar til dystin. Tað skulu áskoðararnir frá báðum feløgum hava rós fyri.

Landskappingnin hjá kvinnum fer nú í summarfrí. Fyrst í juli mánaða fara 8 av okkara kvinnum við A-landsliðnum. Leikararnir eru:  Óluva Allansdóttir Joensen, Durita Hummeland, Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen, Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Tóra Mohr og Malena Olsen.

Næsti landskappingardystur er 4. august, tá tikið verður móti Skála á Djúpumýru.

Góða summarferiu.

Koyr á KÍ!