AVSPÆL
28. jun 2024
Albin Johannessen

Upptakt Víkingur – KÍ

Leygardagin verður oddadystur í Betri deildini hjá kvinnum. Dysturin byrjar kl 13.30 í Sarpugerði.

Langt er síðani, at oddastríðið í betri deildini hjá kvinnum hevur verið so javnt og spennandi. Nú kappingin fer í summarfrí, eru 3 lið sum kunnu enda heilt jøvn í oddinum. Vinna vit dystin, liggja vit nummar eitt í steðginum.  Tapa vit dystin, kunnu vit enda á triðja plássi og við javnleiki kunnu vit enda á deildum øðrum plássi.

Seinastu ferð tá hesi liðini hittust, endaði við javnleiki – dysturin var spennandi, og kundi verið farin báðar vegir, og kunnu vit gleðast um, at Víkingur ikki tók av sínum møguleikum móti dystarenda.

Væntast kann, at vit fáa ein spennandi og tættan dyst leygardagin har bæði liðini fara at leggja nógv fyri. Tað er ongin ivi, at bæði liðini ætla eftir sigrinum og harvið vinna fyrsta plássið í deildini.

Á skaðasíðuni eru aftur broytingar í. Onkri skðar eru at dragast við og eru Tóra, Durita og Sanna yvasamar til dystin. Annars tykjast allar at vera tøkar til dystin.

Sanna Svarvardal liðskipari sigur, at leikararnir gleða seg til dystin leygardagin, og vóna at nógvir KÍ áskoðarar koma til Gøtu at stuðla liðnum í hesum tíðandi dystinum.

Koyr á KÍ!