AVSPÆL
28. jun 2024
Regin Sivertsen

KÍ skal reisa seg við Løkin

Dysturin skuldi upprunaliga leikast í Klaksvík, men av tí at nýggi vøllurin ikki eru klárur til at taka í brúk, vísti NSÍ vælvild og liðini býttu um heimadyst.

Í fyrsta dystinum sum hesi bæði liðini møttust, gjørdist talan um ein javnan dyst, sum KÍ vann 3-2 eftir at verið aftanfyri 0-2. 

Norðlýsið gevur fylgjandi dagføring um skaðastøðuna hjá KÍ:

Hjá KÍ er Cedric Yambere tøkur eftir leikbann. Joseph Michael Williams og Albert Ejupi eru eisini báðir tøkir at spæla, meðan ivamál er um René S. Joensen. Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson, Jákup N. Vilhelmsen, Ahmed Latif, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen, Jonn Johannessen og Jóhan Josephsen eru ikki tøkir vegna skaðar ella leikbann.

Fyri KÍ eru fortreytirnar broyttar ímun til undanfarin ár. Liðið er níggju stig frá fyrsta plássinum og tí má KÍ koma í eina sigursgongd sum í minsta lagið kann tryggja evropeiska luttøku til komandi kappingarár.