AVSPÆL
23. jun 2024
Albin Johannessen

Dystarfrásøgn KÍ – HB

Okkara kvinnur vunnu ein týðandi 2-0 sigur á HB í dag, og hektaðu samstundis HB av í oddastríðnum.

Uppstillingin til dystin í dag var eitt sindur ørðvísi enn undanfarnu dystir. Jórun var í miðverjuni saman við Biritu, meðan Vár var á høgra bakki. Maria var aftur á miðvøllinum og Sólja V. Johansen í álopinum. Durita og Tóra byrjaðu á bonkinum, men komu báðar inn í 2. hálvleiki.

Okkara kvinnur løgdu bragdliga fyri og setti HB undir trýst, tó uttan at stórir málmøguleikar spurdust burtur úr. HB hevði 3 royndir á mál í fyrra hálvleiki, og vóru tær allar skot úr 30-40 metrum sum á ongan hátt nervaðu Óluvu í málinum.

Kí hevði gott tak á HB leikarunum. Landsliðsleikarin Sunniva Willemoes var væl dekkað og fekk púrasta onki burturúr. Fridrikka Clementsen var sjónlig í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var hon púrasta ósjónlig á vøllinum.

Seinni hálvleikur var nokkso rótuttur. Ættin skifti og vindurin eftir vøllinum broyttist og til tíðir ávirkaði tað spælið. HB hevði sín fyrsta og einasta ordiliga møguleika fyrst í seinna hálvleiki, tá Elin Maria eftir horna skallar bóltin beintframvið okkara mál.

Eftir hetta tóku vit yvir og HB tyktist ikki at hava orkuna at seta okkum undir trýst. Tá góður tími var leiktur, valdi venjaratoymið at seta Tóru í álopið fyri eina vælspælandi og hartarbeiðandi Sólju V. Johansen.  Hendan skiftingin broytti dystin, HB fall longur aftur á vøllin og var undir støguðum trýsti. Í 84. minutti kundi Tóra leggja okkum á odda 1-0 eftir horna. Og í tíðini dómarin legði afturat, kundi Tóra økja um leiðsluna til 2-0, sum var endaliga úrslitið.

Við hesum sigrinum halda vit fast um annað plássið í kappingini, meðan HB nú er hektað av og nærkast botninum í meistarabólkinum.

Dagsins leikari gjørdist Tóra Mohr.

Komandi leygardag er toppdystur móti Víkingi í Sarpugerði. Hetta er samstundis eisini seinasti dystur undan summarsteðginum.

Koyr á KÍ!