AVSPÆL
23. jun 2024

KÍ hvessir álopið

Sáttmáli er gjørdur við 23 ára gamla normannin Joseph Michael Williams

Joseph kemur frá Arendal, sum spælir í Post Nord-Ligaen. Joseph hevur verið við í fýra dystum á norska U18 og U19 landsliðnum og yvir 130 dystir í vaksnamannadeildum herav 27 í Eliteseriuni.

- Eg eri sera fegin um aftur at samstarva við Joseph M. Williams. Hann hevði longu sum 18 ára gamal sín fyrsta dyst í Eliteseriuni og hevur roynt seg á U-landsliðum. Eg var við til at fáa hann til Gjøvik/Lyn í fjør, har hann vísti sítt máltev við 10 málum í 13 dystum. Hann er ógvuliga sterkur kropsliga, dugnaligur taka ímóti bóltinum og kvikur í framrættaðum leiki. Nú gleði eg meg til at fáa hann í KÍ-hópin, har vit fara at arbeiða við at fáa útloyst hansara evnaríku eginleikar, sigur Espen Haug, venjari.

 

Sáttmálin við Joseph er til og við 2026. Hann er komin til Klaksvíkar í kvøld og venur við hópinum í morgin.