AVSPÆL
22. jun 2024
Albin Johannessen

Upptakt KÍ – HB

So er tað í morgin sunnudagin kl 17.00, at kvinnurnar leika heimadyst á Svangaskarði móti HB.

Eitt sindur óheppð er, at sunnudagin kl 17.00 hittast mennirnir hjá somu feløgum til dyst í Gundadali. Vónandi kunnu okkara trúføstu áskoðarar seta dám á dystin, bæði í Gundadali og á Svangaskarði.

Roknast kann við einum spennandi dysti á Svangaskari sunnudagin, tá vit møta HB. Setningurin er greiður fyri bæði liðini, dysturin skal vinnast, um liðini ikki skulu vera hektaði av í oddastríðnum. Seinast liðini hittust í Gundadalið fyrr í ár, vunnu okkara kvinnur ein 2-0 sigur.

Fyri okkum hevur tað týdning at halda fast við góða spælið frá seinasta dystinum í Runavík, har vit vóru leikliga omaná, hóast eitt 1-0 tap móti NSÍ.

Fyri fyrstu ferð í longri tíð, eru bert smásnuddir sum leikararnir hava at dragast við. Allar eru tøkar til dystin.

Vónandi vera vit nógvir áskoðarar á Svangaskarði at stuðla okkara kvinnum.

Koyr á KÍ!