AVSPÆL
16. jun 2024
Albin Johannessen

Dystarfrásøgn NSÍ – KÍ

Tað gjørdis til eitt 1 - 0 tap við Løkin í Runavík.

Til dystin hevði venjaratoymið valt at gera tvær broytingar í uppstillingini. Óluva vardi málið í sínum fyrsta landskappingardysti í ár og Jancy avloysti Duritu á miðvøllinum.

Dysturin var til tíðir sera væl leiktur, bæði liðini við skjótum og málsøknum spælið. NSÍ átti fyrsta møguleikan í dystinum, síðani tóku okkara kvinnur yvir og høvdu tríggjar góðar møguleikar, uttan at fáa bóltin í málið. Í einum av hesum møguleikunum bjargaði NSÍ á málstrikuni. NSÍ hevði tvær royndir á mál í fyrra hálvleiki har onnur gav mál, tá Rúna Olsen í knappari vending, við langskoti, kundi leggja bóltin í KÍ málið.

Í steðginum gjørdi venjaratoymið eina broyting. Durita avloysti Jansy og gav hetta KÍ álopinum meiri brodd, og áttu vit seinna hálvleik allan sum hann var, men inn vildi bólturin ikki. Vit høvdu møguleikarnar til málini, men neyvleikin manglaði. Og tá man ikki tekur av teimum møguleikunum man fær, vinnir man ongan dyst. NSÍ tykist at hava funnið loysnina til at vinna á okkara kvinnum, meðan okkara venjaratoymið ikki finnur røttu loysnirnar.

Hyggur man eftir hagtølunum fyri dystin, so vóru okkara kvinnur betra liðið í dag, men málini manglaðu.

Næsti dystur verður móti HB á Svangaskarði. Hetta skyldast at vøllurin á Djúpumýru verður skiftur.

Vónandi møta vit fjølment upp á Svangaskarði at stuðla okkara kvinnum.

Koyr á KÍ!