AVSPÆL
14. jun 2024
Albin Johannessen

Upptakt NSÍ – KÍ

Tað er leygardagin kl 16.00 at landskappingardystur er millum NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík.

Mikukvøldið taptu okkara kvinnur steypadystin móti NSÍ við Løkin. Tað er ikki tann stóra hvíldin liðini bæði fáa, tí longu 3 dagin eftir steypadystin, hittast somu liðini aftur til landskappingardyst.

Tað var eitt vónbrot fyri kvinnurnar at vit taptu dystin í steypakappingini. Tí er setningurin púra greiður til hendan dystin. Skal leiðslustøðan í landskappingini haldast, skal dysturin ikki tapast. Tað liggur tí ein stór ábyrgd á vejnaratoyminum hjá kvinnunum, at fáa sett spælararnar upp til dystin og samastundis hava røttu loysnirnar móti NSÍ.

Dystirnir hjá okkara kvinnum og NSÍ eru oftast undirhaldandi. Liðini liggja væl til hvørt annað og er leikferðin ofta høg, tí kann eisini væntast at vit fáa ein spennandi og ferðmiklan dyst í morgin.

Allar eru tøkar til dystin leygardagin. Tó Lóa framvegis hevur ein skaða at dragast við.

Vónandi møta vit fjølment upp at stuðla okkara kvinnum.

KOYR Á KÍ!