AVSPÆL
12. jun 2024
Albin Johannessen

Dystarfrásøgn fórðingsfinalan - NSÍ – KÍ

Hesafer máttu okkara kvinnurnar lúta fyri NSÍ.

Okkara kvinnur løgdu bragdliga fyri og løgdu eitt hart trýst á NSÍ beinavegin, men hetta trýsti gjørdi tað møguligt, at NSÍ fekk eina umskifting, har Julia Naomi kom í eina góða støðu og hevði gott pláss, skjeyt eitt skot frá eini 20 metrum, beint í KÍ málið. Hetta var bert eftir trimum minuttum og eitt stórt vónbrot hjá okkara kvinnum.

Eftir hetta málið átti NSÍ restina av fyrra heilvleiki og løgdu eitt stórt trýst á okkara kvinnur og longu 27 minutti kundi NSÍ leggja seg á odda til 2-0, eftir eitt fríspark beint uttanfyri sekstanmeturin, sum Julia Naomi settið í netið.

Í steðginum gjørdi KÍ tvær skiftingar, har Sólja Vinjardsdóttir Johansen kom inn fyri Tóru og Maria Vinjardsdóttir Johansen, sum hevur verið langtíðarskadd, avloysti Malenu. Tað sást beinavegin at okkara kvinnur vóru meira klárar eftir steðgin, og løgdu NSÍ undir stórt, og longu í 56. minutti kundi Sólja Ernstsdóttir minka um munin til 2-1.

Okkara kvinnur áttu seinna hálvleik, men vóru ikki nógv neyvar til at fáa útjavnandi málið. Tað leikaði hart á NSÍ málið og okkara  kvinnur strýddust alt tær orkaðu, men aftur hesafer lukkaðist hjá NSÍ at fáa mál eftir eina umskifting har Heidi Sevdal setti bóltin trygt í netið. Dysturin endaði 3-1 til NSÍ.

Hetta hevur við sær at okkara kvinnur úti av steypakappingini í ár.

Longu leygardagin bresta somu liðini saman aftur í landskappingini.  Vónandi síggja vit eins nógvar KÍ áskoðarar við Løkin leygardagin.

Koyr á KÍ!