AVSPÆL
11. jun 2024
Albin Johannessen

Upptakt NSÍ – KÍ

Mikukvøldið verður fjórðingsfinala í steypakappingini leikt í Runavík, millum kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ. Dysturin byrjar kl 19.00.

Tað er lagt upp til ein sera spennandi og avgerðandi dyst við Løkin í Runavík mikukvøldi. Her hittast steypafinalistarnir frá í fjør í fjóringsfinaluni í steypakappingini. Dysturin skal avgerðast mikukvøldið og er tapandi liðið úti av steypkappingini.

Liðini bæði hava leikt 3 dystir móti hvørjum øðrum í ár, har KÍ hevur vunnið teir allar. Landskappingardysturin sum var í Klaksvík fyrr í ár, er kanska besti dysturin í kvinnudeildini í longri tíð. Liðini bæði, áttu hvør sín hálvleik og hevði NSÍ leiðsluna á 1-0 fram til 82 minuttir vóru leiktir. Okkara kvinnur høvdu ein góðan endaspurt og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, høvdu okkara kvinnur skora 4 mál innanfyri 10 minuttir, og vunnu 4-1.

Á skaðasíðuni sær gott út. Óluva og Maria eru tøkar aftur, meðan Lóa framvegis dregur við skaða. Annars eru allar tøkar.

Tað er ikki nógva hvíld hesi bæði liðini fáa, tí longu komandi leygardag, minni enn 3 døgn eftir steypadystin, hittast somu lið í Runavík til dyst í landskappingini.

Vónandi møta vit fjøllment til dystin við Løkin at stuðla okkara kvinnum.

Steypadystirnir vera ikki stroymdir.

Koyr á KÍ!