AVSPÆL
08. jun 2024
Albin Johannessen

Dystarfrásøgn KÍ – B36

Aftur greiður stórsigur til okkara kvinnur. Vunnu 9-0 á B36.

Fyrstu løtuna sást, at landsliðssteðgur hevur verið. Vit byrjaðu eitt sindur varið og skuldu líka finna rútmuna aftur. B36 legði út við høgum trýsti og tyktist hetta at nerva okkara spæli. Tað skuldi tó ikki ganga nógvir minuttir til Tóra kundi leggja okkum á odda 1-0. Eftir hetta var spenningiurin í dystinum fyri sovítt burtur.

Dysturin var longu avgjørdur tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Eftir støðugt trýst á B36 skorðau vit ikki færri enn 4 mál innanfyri 5 minuttir. Fyrst skoraði Malena so Sanna og síðani Sólja Ertstsdóttir. Og tað liðini fóru til hálvleiks var støðan 6-0 til okkara kvinnur.

Tað var ein fragd at síggja KÍ spælið í løtum í fyrra hálvleiki. Spælið gekk skjótt og væl og hevði hepni verið við, kundi vit skorða enn fleir mál. Sólja Ernstsdóttir hevði ein sera góðan dag og var ein støðug hóttan fyri B36 verjuna.

B36 royndi frá byrjan í seinna hálvleiki at leggja eitt ávíst trýst, men til hetta var okkara lið alt ov sterkt. B36 fekk tiltuska sær okkurt hornaspark sum kundi enda við málið, men Fanni blakaði seg í trungan og fekk bóltin.

Tað skuldu ganga 20 minuttir inn í seinna hálvleik áðrenn vit skorðau aftur. Hesaferð gekk aftur skjótt og innan fyri 3 minuttir øktu Malen og Jórun við hvør sínum máli.

Tá uml 70 minuttir vóru leiktir, valdið venjaratoymið at seta 2 ungar leikarar á vøllin. Ranja Joensen fekk sínar fyrstu minuttir í bestu kvinnudeildini, tá hon saman við Birutu Mohr kom á vøllin. Tær takkaðu fyri álitið og kundi Birita Mohr skorða til 9-0 eftir upplegg frá Ranju.

Sigurin í dag var fult uppiborðin og kundi verið væl størri. Okkara kvinnur áttu dystin og sótu á øllum. Og við sigrinum í dag halda vit fast í oddastøðuni í deildini.

Málini hjá KÍ skoraðu Sólja Ernstsdóttir 3, Malena 2, Sanna 1, Tóra 1, Birita 1 og  Jórun 1.

Dagsins leikari gjørdist Sólja Ernstsdóttir.

Komandi mikukvøld spælir KÍ steypadyst móti NSÍ í Runavík. Næsti landskappingar dystur er komandi leygardag í Runavík móti NSÍ. Vónandi vera vit nógv sum stuðla okkara kvinnum til hesar dystirnar.

Koyr á KÍ!