AVSPÆL
07. jun 2024
Albin Johannessen

Upptakt KÍ – B36

Leygardagin kl. 16 verður aftur dystur í bestu kvinnudeildini.

Landskappingin í bestu kvinnudeildini hevur ligið still í  góðar 2 vikur orsaka av landsliðssteðgi. 6 av okkara kvinnum hava verið við í landsliðshópinum.  Birita  Ryan skoraði sítt fyrsta landsliðsmál fyri Føroyar og ynskja vit henni tillukku við málinum.

Okkara kvinnur liggja undan dystinum leygardagin einsamallar á fyrsta plássi, 2 stig frammanfyri Víking, meðan B36 liggur á einum fimta plássi, 10 stig færri enn KÍ.

Seinast hesi bæði liðini hittust var í fyrsta umfari í landskappingini. Dysturin var merktur av at kappingin var júst byrjað. Tó vóru okkara kvinnur við greiðan yvirluta í dystinum, og vunnu dystin 2-1.

Dysturin móti B36 er fyrsti dysturin í einum hørðum og spennandi dystarprogrammi fyri komandi vikurnar, har vit møta B36, NSÍ, HB og Víkingi í landskappingini og NSÍ í steypakappingini. Vónandi møta vit væl upp at stuðla okkara kvinnum hesar dystirnar.

Á skaðasíðuni sær betri út. Óluva og Maria venja nú aftur við fullari styrki og vera skjótt aftur á vøllinum. Hinvegin hevur Lóa ein skaða at dragast við, og tískil er hon ikki við. Annars eru allar tøkar.

Vónandi møta vit fjølment at stuðla okkara kvinnum á Djúpumýru leygardagin.

Koyr á KÍ!