

03. jun 2024
Taptu á Norðoyastevnu
Hetta var sum at fáa ein vátan vøtt frammaná, tá ið Víkingur vann 0-2 í Klaksvík
KÍ legði væl út, og komu til einstakar støður í dystinum - og høvdu teir illgruna um, at vit áttu eitt brotsspark beinanvegin í dystinum. Men Víkingur tók yvir sum dysturin leið.
Við nógvum longum sendingum, fekk KÍ ongantíð spælið at rigga. Tað var ikki fyrr enn í seint í seinna hálvleiki at KÍ tók dik á seg, men ov seint varð.
Við tapinum eru vit aftur seks stig frá toppinum.