AVSPÆL
02. jun 2024
Regin Sivertsen

Upptakt: KÍ - Víkingur

Norðoyastevnudystur á skránnni í dag, í einum dysti sum verður avgerandi fyri, um KÍ klárar at megna at halda fast við oddinum í deildini.

Forkunnugt tiltak á Norðoyastevnu, tá oddadystur verður við Djúpumýrar í dag, har KÍ og Víkingur skulu dystast um týðandi stig í oddadystinum. 

Fyri KÍ er tað altavgerandi at fáa trý stig í dag. Sjálvsálitið í hópinum tykist at blíva betri og betri. Nógvar sigrar á rað og spælið tykist at hanga betri og betri saman sum kappingin gongur. Seinast ein framúr seinni hálvleikur ímóti B68. 

Seinast liðini møttust var talan um ein góðan dyst. Bæði liðini vísti gott fótbóltsspæl - men tíbetur koppaði sigurin til okkum, sum gav okkum nýggja vón um eitt meistaraheitið. 

Fyri KÍ hevur Deni Pavlovic fingið enn ein snudd, og væntast ikki at vera tøkur í dag - sama er galdandi fyri Mads Boe Mikkelsen. 

Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 15:15 í dag, og vóna vit at síggja fleiri í bláum í dag. Koyr á KÍ

 

//Mynd: nordlysid.fo, Oliver Joensen.