AVSPÆL
01. jun 2024
Sølvá J. Joensen

Skrúðgonga á Norðoyastevnu

Til spælarar, venjarar, hjálparfólk og onnur.

Norðoyastevna er um vikuskiftið, og sum siður er, er skrúðgonga norðoyastevnudag. KÍ er sjálvandi partur av skrúðgonguni.

Ert tú spælari, venjari ella hjálparfólk, so er bara at lata teg í tíni bláu klæði og koma við!

Vit vilja síggja so mong av okkara sum gjørligt.

Skrúðgongan fer úr Klaksvíksgarðinum sunnudagin 2. juni kl. 14.00, og vit møta fjølment 20 minuttir áðrenn. Tað vil siga 13.40.