AVSPÆL
01. jun 2024
Rúni Heinesen

Miðvallari ávegis til KÍ

Besta mansliðið styrkir seg í summar við einum svia, 31 ára gamla Albert Ejupi

Um Albert sigur høvuðsvenjarin, Espen Haug: - Vit fegnast um at hava funnið ein royndan mann at styrkja miðvøllin. Albert Ejupi hevur verið við til at vinna Superettan í Svøríki við Varberg Bois. Hann hevur spælt meir enn hundrað dystir í toppfótbólti og hevur altjóða royndir í eysturríkskum, ísraelskum og donskum fótbólti. Albert er ein kropsliga sterkur miðvallari, sum kemur at geva liðnum eyka megi bæði á vølli og í luftspælinum. Í sær hevur Albert tað, sum KÍ stendur fyri, hann er ein heilhjartaður og framrættaður leikari.

Síðsta felagið Albert spældi við var AC Horsen. Partarnir skiltust í sátt og semju fyrr í vár, tá leiðslan valdi at hálsa um og  heinta fleiri ungar afrikanarar í truppin. Eftir ætlan kemur Albert í Djúpmýrar fyrst í aðru viku, so hann er tøkur eftir  flytingargluggin letur upp. Fyribils er sáttmálin millum Albert Ejupi og KÍ galdandi fyri inniverandi kappingarár.