AVSPÆL
26. mai 2024
Albin Johannessen

Dystarfrásøgn KÍ-TB/FCS/ROYN

Kvinnurnar vunnu greiðan sigur og eru nú einsamallar oddalið.

Talan var um greiða leikliga yvirvág, tá okkara kvinnur í dag vunnu 7-0 á TB/FCS/ROYN. Sum væntað, var dysturin  eitt langt KÍ álop frá byrjan til enda. Longu frá fyrsta bríksli sást, at KÍ ætlaði sær at vinna dystin og helst við fleiri málum. Álopini skolaðu móti málinum hjá suðuroyarliðinum.

Um tað er komandi landsliðssteðgurin ella tað at landskappingin hevur ligið still í 2 vikur sum setti dám á dystin er ilt at siga. Spælið hjá okkum koyrdi ikki serliga skjótt og neyvleikin í teimum avgerðandi støðunum manglaði. Tó skal sigast, at vit fingu trý mál kolldømd fyri rangstøðu og raktu træverkið í fleiri umførum.

Elisabeth Bjartalíð fekk sínar fyrstu minuttir í landskappingin, meðan Birita Morh skeyt sítt fyrsta mál í Betri deildini, eftir at hon avloysti systrina Tóru í álopinum.

Málini fyri KÍ skoraðu Eyðvør 2, Durita 1, Tóra 1, Malena 1, Birita Mohr 1 og Tórun 1.

Dagsins leikari gjørdist Tórun Højgaard Joensen

Komandi dystur hjá okkara kvinnum er 8. juni, tá tikið verður móti B36.

Týsdagin fara 6 av okkara kvinnum við kvinnulandsliðnum at leika móti Andorra og Grikkalandi. Vit ynskja teimum og landsliðnum góða eydnu við dystunum.

Koyr á KÍ!

 

(Mynd.: Oliver Joensen)