

Upptakt: KÍ - B68
Toftamenn koma enn einaferð á vitjan í Klaksvík. KÍ hevur havt eina góða gongd, og vunnið seinastu fimm dystirnar í Betrideildini.
Seinast hesi liðini møttust í Klaksvík, tann 20. apríl, vann KÍ ein trivaligan 3-0 sigur - í einum dysti sum var merktur av nógvum skaðum til bæði liðini.
Mótstøðuliðið, B68, hevur enn sín fyrsta sigur til góðar. Liðið hevur trý stig, eftir tríggjar javleikir, og liggur á einum níggjunda plássið í deildini. Til dystin í dag eru tvey leikbann til leikarar hjá B68, talan er um Villiam Klein og Sebastian Lau - harumframt er eisini leikbann til venjaran og kropsliga venjaran, eftir eina støðu ímóti ÍF.
Hóast KÍ vann ein truplan útidyst á Skála, so skal KÍ eitt ella annað stað reisa seg leikliga eftir tann dystin - spælið hekk als ikki saman og skapti KÍ lítið frammanfyri málið hjá Skálamonnum.
//Mynd: Nordlysid.fo, Oliver Joensen