AVSPÆL
25. mai 2024
Albin Johannessen

Upptakt KÍ – TB/FCS/ROYN

Sunnudagin kl. 12.15 verður aftur dystur i bestu kvinnudeildini.

Eftir ein steðg á góðar 2 vikur verður aftur dystur hjá okkara kvinnum. Dysturin sunnudagin er seinasti dysturin í fyrru hálvu av grundspælinum, har vit taka ímóti TB/FCS/ROYN. Okkara kvinnur eru ósigraðar, meðan suðuroyarliðið hevur vunnið ein dyst.

TB/FCS/ROYN hevur seinastu árini havt lið í bestu kvinnudeildini. Undanfarin ár hevur samansetta liðið ongan dyst vunnið, hóast tær hava givið onkrum liðum skarpan gang á heimavølli. Í ár er liðið styrkt við leikandi venjaranum Juliu Carr. Hesin styrkurin hevur munað, tí liðið hevur í ár vunnið sín fyrsta sigur, tá tær á heimavølli vunnu ein 3-1 sigur á Skála, har leikandi venjarin skoraði 2 av málunum.

Nú steðgur hevur verið í kappingini, er umráðandi fyri okkara kvinnur, at byrja væl og fáa spælið at koyra frá byrjan av. Skulu vit halda fast í oddinum, skal hesin dysturin vinnast. Eins og til undanfarnu dystirnar kann væntast, at venjaratoymið sum dysturin líður, gevur rúm til teir yngru leikararnar, samstundis sum onkrir leikarar fáa hvíld í beinini.

Skaðastøðan hjá okkara kvinnum sær betur út. Óluva og Maria venja aftur, hóast tað er ivasamt um tær spæla. Annars eru allar tøkar til dystin.

Vónandi møta vit fjølment at stuðla okkara kvinnum á Djúpumýru sunnudagin.

Koyr á KÍ!