Tepur sigur á Skálamonnum
- Tíbetur eru vit lidnir á Skála fyri í ár og hava fingið seks stig samanlagt segði liðskiparin, Páll Klettskarð eftir dystin við FM1.
Aftur hesaferð gjørdist talan um ein eitt-máls sigur ímóti skálamonnum. Cedric Yambere stútaði bóltin í málið eftir hornaspark.
Sum heild varð talan um ein dyst við mongum feilum. Skála fekk millum annað ein risa møguleika, tá ið verjuleikarnir ikki fáa bóltin ruddaðan vekk, og áleyparin hjá Skála kom at standa púra leysur ímóti Mark, ið framdi eina stórbjarging.
Spælið var sera óskipað og hevði KÍ trupult við at bróta Skála niður. Í fyrra hálvleiki varð nógv lagt fyri við at senda høgar bóltar fram til høgru síðu, men hendan ætlanin fór ongantíð at rigga.
Páll segði við FM1 eftir sigurin, at vit vóru hepnir at fáa trý stig í dag og viðgongur at alt ikki gekk eftir ætlan í dag og mugu syrgja fyri at spælið koyrir betur.
//Mynd: Nordlysid.fo