AVSPÆL
20. mai 2024
Rúni Heinesen

Svenskur verjuleikari ávegis

Við drúgvum royndum úr svenskum toppfótbólti

KÍ hevur skrivað sáttmála við Alexander Berntsson fyri hetta kappingarárið. Um nýggja leikarin sigur høvuðsvenjarin, Espen Haug:

-          Vit eru sera væl nøgdir við tilgongdina av Alexander. Hann kemur higar við virðismiklum royndum  við næstan 200 dystum úr svenskum toppfótbólti. Hann er í góðum aldri og hevur óiva síni bestu ár fyri framman. Sum miðverji er hann tryggur við bóltinum í vinstru og høgru og við góðari kropsmegi kemur hann at styrkja liðið bæði í verjupartinum og til deyðbóltar í álopinum.

Eftir ætlan kemur Alexander higar í vikuni og fær rímiliga tíð at venja saman við liðnum so hann er tøkur tá flytingargluggin letur upp í juni.