AVSPÆL
13. mai 2024
Regin Sivertsen

Stórur rómur í KÍ leguni

Besta úrslitið í ár. Soleiðis kann stutt takast samanum, eftir sigurin ímóti Víkingi í gjár.

Tað er einki at fjala, at byrjanin uppá kappingarárið í ár hevur verið trupul. Mongu ósigrarnir hava rakt meint á KÍ fjøldina - og var ikki nógv sum bendi á, at vit fóru at megna at knógva Víkingunum, ið hava gjørt slætt borð higartil í kappingarárinum. 

Byrjanin í dystinum gjørdist eisini trupul. Víkingur legði seg á odda tíðliga, við málið frá Sølva Vatnhamar, eftir uppspæl úr teirra høgru síðu. 

Men bráddliga vendist dysturin. Hóast Víkingur ikki hevði greiða yvirvág fyrstu løtuna, so otaði KÍ seg meir inn í dystin - vóru nógv á bóltinum og stýrdi leikferðini í dystinum. Serliga var tað eygsæð at tær mongu teknisku villurnar vit hava sæð í dystum frammanundan, var als ikki at síggja í gjár. 

KÍ javnaði, eftir at Árni Frederiksberg skeyt eitt hornaspark beinleiðis í netið. 

Tað var greið semja um í hálvleikinum, at tað var KÍ ið sat á dystinum og kundi fara avstað við øllum. 

Seinni hálvleikur var eitt sindur aftur og fram. KÍ hevði tær meiri vandamiklu støðurnar, men hvørgan av liðunum fekk skipað álopsspælið somikið, at nakað av liðnum setti seg reiðiliga á dystin.

Í endanum av dystinum fangar Pætur Petersen eina feilavlevering hjá einum Víkingaleikara. Pætur setur ferð á og finnir Páll Klettskarð í feltinum, Páll fær høvdið á, men Bárður á Reynatrøð fær vart fyri. Síðani er Dávid B. Andreasen kvikur sum ein køttur og fær eftir tveimum royndum stýrt bóltin í netið til endaligu støðuna 2-1 til KÍ. 

Hesin sigurin gav okkum eina nýggja vón. Leikarnir vóru ómetaliga ágrýtnir og raskir og løgdu nógv fyri. Tað er trupult at taka nakran frammum eftir ein slíkan sigur, men liðskiparin, Páll Klettskarð og Árni Frederiksberg løgdu nógv fyri hendan dystin - og stríðsviljin osaði av teimum. 

Takk fyri stuðulin í gjár!