

12. mai 2024
Upptakt: KÍ - Víkingur
Ársins mest týdningarmikli dysturin er á skránni í dag, tá ið Víkingur kemur á vitjan.
Lagt er upp til eitt satt brak, tá ið Víkingur vitjar við Djúpumýrar í dag.
KÍ kann nærum bjarga sær fyrsta triðingin við einum sigri í dag og harvið eina frástøðu uppá trý stig til toppliðið - tapa vit í dag, vera vit níggju stig frá toppinum.
Fyri KÍ gera enn skaðar um seg - seinast á listanum er Jákup Andreasen, ið vit møguliga koma at síggja aftur á vølli í ár.
Dysturin byrjar klokkan 15, og vóna vit at síggja fleiri fjepparar til at stuðla okkara lið.