

Trivaligur sigur í Hoyvík
Enn ein stórsigur tá kvinnurnar vunnu 15-0 á FC Hoyvík.
Tað gjørdist einvegis ferðsla tá okkara kvinnur í dag leiktu í Hoyvík. Dysturin var frá byrjan til enda eitt langt KÍ álop. Kí venjara toymið hevði til hendan dystin gjørt broytingar á liðnum, og ungu hoyvíkskvinnurnar megnaðu ikki at standa ímóti KÍ liðinum.
Longu frá fyrsta bríksli sást, at okkara kvinnur vildu vinna dystin í dag og helst við fleiri málum. Hetta eydnaðist til fulnar og longu tá 17 minuttir vóru leiktir var støðan 5-0 til okkara kvinnur. Hálvleiksstøðan gjørdist 9-0 til KÍ.
Venjara toymið gjørdi aftur broytingar í steðginum, men hetta nervaði ikki spælinum serliga nógv. KÍ sat á øllum.
Eins og á Skála var tað ein av okkara ungu leikarum sum fekk síni fyrstu mál í bestu kvinnudeildini. Tá góður tími var leiktur var Elspa sett á vøllin og hon takkaði fyri álitið og gjørdi ikki mætari enn at skjóta tvey mál.
Málskorarar í dag vóru: Tóra 5, Durita 2, Eyðvør 2, Tórunn 2, Elspa 2, Malena 1 og Sólja Ernstsdóttir 1.
Dagsins leikari gjørdist Tóra Mohr.
Næsti landskappingar dystur hjá okkara kvinnum verður á Djúpumýru 26. Mai, tá tikið verður ímóti TB/FCS/Royn.
Koyr á KÍ!