AVSPÆL
10. mai 2024
Albin Johannessen

Upptakt FC Hoyvík – KÍ

Leygardagin spæla okkara kvinnur aftur landskappingardyst, hesaferð í Hoyvík. Dysturin byrjar kl 18.00.

Hetta er fyrsta árið, at FC Hoyvík hevur lið í bestu kvinnudeildini. Liðið er tí manna við ungum og óroyndum leikarum. FC Hoyvík hevur tó yvirraska við at vera tað liðið av botn trý sum hevur fingið flest stig. Tær hava vunnið á suðuroyar liðnum og fingið javnleik móti Skála.

Fyri okkara kvinnur hevur tað týdning at halda fast við góðu gongdina í ár. Fyri at varðveita støðuna í oddinum skal dysturin vinnast. Eins og til dystin móti Skála kann væntast, at venjarin sum dysturin líður, gevur rúm til teir yngru leikararnar, samstundis sum onkrir leikarar fáa hvíld í beinini.

Skaðastøðan hjá okkara kvinnum er óbroytt. Óluva og Maria eru framvegis uttanfyri.

Vónandi møta vit fjølment at stuðla okkara kvinnum.

Koyr á KÍ!