03. mai 2024
Nýtt kent andlit til venjing í kvøld
Óli Eyðsteinson Poulsen er aftur á besta mansliðnum hjá KÍ
Vit gleðast um at Óli nú aftur er í Betri hópinum.
Venjaratoymið hevur eygleitt Óla og ynskti hann nú á besta mansliðið. Hann vandi við í kvøld og kemur vónandi at vera ein góður avloysari, nú fleiri royndir leikarar eru úti við skaða.
Hann var fyrstu ferð við í 2018 og hevur fleir U-landsdystir á baki. Til tíðir hava skaðar darva, men higartil í ár hevur Óli verið ein av lyklaleikarunum á 1.deildarliðnum.