AVSPÆL
30. apr 2024
Regin Sivertsen

Upptakt: EB/Streymur - KÍ

Fyribilsvenjarin, Espen Haug, stendur á odda fyri KÍ liðnum í kvøld, tá ið KÍ skal reisa seg eftir eina slaka byrjan

EB/Streymur bíðar við Margáir í kvøld, tá ið KÍ kemur á vitjan. Fyri KÍ er tað umráðandi at vinna dystin, tí bæði liðini sum eru frammanfyri á stigatalvuni, vunnu sínar dystir í gjár. 

Tað er tann afturvendandi skaðastøðan sum er blivin tiltikin eftirhondini. Status er, sambært Norðlýsinum, at Mads B. Mikkelsen og Deni Pavlovic ikki eru tøkir til dagsins dyst. Umframt teir langtíðarskaðarnir sum eru í hópinum. Harumframt eru Patrick da Silva, Cedric Yambere og Claes Kronberg við at koma fyri seg eftir skaðar. 

Vónandi møta fleiri upp til dyst við Margáir, tá ið KÍ skal á slóðina aftur.