Javnleikur móti Víkingi
Toppliðini býttu stigini í toppdystinum
Spenningur var undan dystinum í dag, tá toppliðini í bestu kvinnudeilldini hittust á Djúpumýru. Fór KÍ at vinna á Víkingi og harvið hava vunnið á teimum 4 liðunum, sum roknast sum avbjóðarar? Ella fór Víkingur at steðga sigursvandu KÍ kvinnunum?
Dysturin byrjaði við nógvari ferð og longu í 1 minutti hevði KÍ sína fyrstu málroynd. KÍ hevði momentum og kundi við hepni lagt seg á odda. Fyrst var Tóra send avstað og var einsamøll við málverjanum, men onki spurdist burtur úr. Løtu seinni var Durita send avstað og kom í góða støðu, men skotið fór við síðuna av.
Víkingur tók nú yvir og trýsti KÍ, sum ikki fekk spælið at hanga saman. Serliga var tað høgra síða hjá KÍ, har spælið ikki hekk saman. Víkingur hevði ein stóran málmøguleika, áðrenn steðgin og so var ikki meira at skriva um.
Kí framdi tvær skiftingar í steðginum, inn komu Sólja og Jancy fyri ávíkavist Malenu og Tóru. Skiftingarnar munaðu, KÍ miðvøllurin hekk betur saman og Sólja Vinjardsdóttir Johansen var ótroyttilig at leggja trýst á Víkingar verjuna. Bæði liðini stríddust fyri at vinna takið á dystinum, uttan at tað eydnaðist nøkrum av liðunum at vinna yvirvág ella skapa vandamiklar støður.
Beint sum man sat við kensluni av, at KÍ fór at seta seg á dystin, var tað Rakul Sørensen, sum við langskoti kundi leggja Viking á odda 1-0. KÍ kvinnurnar fullu tó ikki í fátt og settu seg á dystin eftir at Víkingur legði seg at odda. KÍ var ágangandi og tað lá í luftini at KÍ fór at skora. KÍ sat á øllum og í 79. minutti kundi Durita javna til 1-1.
Fyrstu minuttirnar eftir málið átti KÍ alt spælið, og hevði 2-3 royndir á Víkingamálið. Hvat hendi eftir hetta er ilt at siga, men KÍ misti takið og vóru nær við at lorka stigini burtur. Víkingar tóku tíanbetur ikki av, og tí endaði dysturin 1-1.
Sunnudagin 5. Mei fara okkara KÍ kvinnur at leika móti Skála undir Mýruhjalla.
Koyr á KÍ!
(Mynd Norðlýsið)