AVSPÆL
27. apr 2024
Albin Johannessen

Upptakt KÍ – Víkingur

Spennandi oddadystur í Betri deild kvinnum verður í Klaksvík sunnudagin kl 13.00

Tað vera tvey lið við fullum stigatali sum møtast á Djúpumýru sunnudagin. Dystarskráin hjá Víkingi hevur tó á pappírinum verið nakað lættari enn dystarskráin hjá KÍ.

Nógv verður gitt um, hvat lið kemur at bjóða verandi meistarunum úr KÍ av, og sær kappingin út til at gerast sera jøvn og spennandi. Av avbjóðarunum sær tað í løtuni út til, at Víkingur eru best fyri. Liðið er styrkt í mun til undanfarin ár bæði á venjara og leikara síðuni.

KÍ hevur í undanfarnu dystunum vunnið á B36, NSÍ og HB. Hugaligt er, at KÍ í hesum dystunum hevur latið breiddina av hópinum standa sína roynd. Nógvir leikarar hava verið í dysti, og eru komnar væl frá uppgávuni.

Óluva og Maria eru framvegis uttanfyri við skaða. Annars eru allar á KÍ liðnum tøkar til dyst.

Seinast KÍ og Víkingur hittust, var í finaluni í VFF Cup, har KÍ í Gøtu vann dystin 3-1.

Lagt er tí upp til ein spennandi dyst á Djúpumýru í morgin og vónandi møta vit fjølment at stuðla okkara kvinnum.

Koyr á KÍ