KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Samstarvið millum Haakon Lunov og KÍ heldur uppat, og arbeiðið við at finna ein nýggjan venjara er farið í gongd
Haakon Lunov er ikki høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ longur. Samstarvið millum KÍ og Haakon Lunov heldur uppat frá í dag av.
Tað er ongin loyna, at úrslitini hjá besta mansliðnum ikki hava verið nøktandi, og eftir úrslitið í fyrsta umfari í steypakappingini heldur nevndin tað vera neyðugt at taka stig til at venda gongdini, sum ikki samsvarar við málsetningin hjá felagnum.
Tí er avgerð tikin um at halda upp at við samstarvinum við norska venjaran, sum hevur vart í tríggjar mánaðir.
- Gongdin hjá okkara besta liði og vantandi úrslit eru høvuðsorsøkin til hesa avgerð, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, sum harmast um, at samstarvið ikki eydnaðist betur, og at úrslitini hava verið so lak higartil í ár.
Tað var síðst í januar, at KÍ setti norðmannin Haakon Lunov sum høvuðsvenjara hjá Betrideildarliðnum við monnum, men úrslitini hava ikki verið eftir vild.
- Hetta samsvarar ikki við málsetningin hjá felagnum, og tí er neyðugt at taka stig, sum kunnu venda keðiligu gongdini, staðfestir nevndin í felagnum.
Haakon Lunov sigur seg virða avgerðina hjá felagnum, men hann leggur dent á, at hann hevur gjørt alt, sum hann var mentur.
- Eg havi gjørt alt, sum eg kundi í eini krevjandi og truplari tíð hjá felagnum við broytingum, men eg virði avgerðina hjá nevndini. Eg eri glaður fyri tíðina í KÍ, fyri spælararnar, starvsfólk, fólkið og Klaksvík, og eg trúgvi uppá, at um støðan í felagnum verður støðug, so vinnur liðið meistaraheitið 2024 – við ella uttan Haakon Lunov, sigur fráfarandi venjarin.
KÍ takkar Haakon Lunov fyri samstarvið og ynskir honum blíðan byr frameftir.
Arbeitt verður við at finna nýggja venjara til besta mansliðið hjá KÍ.