AVSPÆL
25. apr 2024
Regin Sivertsen

Úti av løgmanssteypinum

Sorgarleikur við Djúpumýrar í gjárkvøldi, tá ið HB vann, enn einaferð, ímóti KÍ

HB legði seg á odda longu í fjórða minutti. Mótbrekkan gjørdist tung beinanvegin. Tað beinleiðis HB spælið tøktist at ørkymla KÍ, og sá verjuspælið ikki serliga sannførandi út - og nógvir óneyðugur feilir vórðu gjørdir í uppspælinum, ið HB gagnnýttu til mongu skjótálopini.

Beint áðrenn hálvleik økti HB um leiðlsuna, har enn einaferð verjuspælið tøktist ikki at vera avstemma reiðiliga.

Seinni hálvleikur var bert ein minuttur gamal, tá ið KÍ minkaði um munin, tá ið eitt skot frá Jóannes Danielsen rakti ein HB leikara, og fór inn í málið.

KÍ fótaði sær betri í seinna hálvleiki, og stýrdi meiri ella minni dystinum. Men eftir enn eitt skjótálop kom ein HB leikari til eitt skot - tað sá út sum at hetta skotið ikki fór at valda nakrar trupulleikar fyri málmannin, men ólukkutíð fekk málverjin ikki tamarhald á skotinum, og endaði bólturin í málinum. 

Steinur omaná byrðu. KÍ fekk tó eitt mál afturat, tá ið Páll setti ein retur frá HB málverjanum í málið - men tíðin var ov lítil til at fáa spenning í aftur.

 

KÍ venjarin, Haakon Lunov, segði í samrøðu við FM1 eftir dystin, at fyrri hálvleikur var ein katastrofa fyri okkum. Nærdystir, renningar og grundleggjandi spæl komu alt ov nógv mistøk - men at vit reisa okkum í seinna hálvleiki. Men staðfestir at avrikið í fyrra hálvleiki kostaði somikið nógv at tað gjørdist trupult at koma innaftur í dystin.

 

mynd: Álvur Haraldsen