AVSPÆL
21. apr 2024
Albin Johannessen

Vunnu á HB

KÍ kvinnurnar hava fult stigatal eftir enn ein sigur.

Tað gingu ikki nógvir minuttir, til KÍ setti seg á dystin og helt HB púrast burtur frá møguleikum í fyrra hálvleiki. KÍ hevði takið í verju á miðvøllinum og spædi í løtum skjótan og ágangadi fótbólt. Skjótu mótálopini góðu onkrar spentar støður, men seinasti neyvleikin manglaði.

Tað var í trá við dystargongdina, tá Malena Olsen eftir skjóta umstilling kundi leggja KÍ á odda 1-0 tá uml 20 minuttir vóru leiktir, og tað sum restaði av fyrra hálvleiki var KÍ spælstýrandi.

KÍ framdi eina broyting í steðginum. Birita Ryan fór út og Lóa kom inn á høgra bakk og Jórun var sett í miðverjuna. Hendan broytingin sá ikki út til at nerva KÍ liðið stórvegis fyrstu løtuna.

Um tað er tunga dystarskráðin seinastu vikuna sum spældi inn er ilt at siga, men um miðjan seinna hálvleik misti KÍ takið á dystinum eina løtu. Heldur enn at spæla bólt fór liðið at sparka bólt. Hetta gjørdi HB fekk sett KÍ undir trýst og hevði bóltin á tvørtræðnum í 2 umførum.

KÍ fekk eftir hendan hvøkkin fóta sær aftur og fekk spælið at hanga saman aftur og so við og við sett HB undir trýst. Og tað var eisini eftir eina skjóta umstilling at Durita Hummeland kundi økja til endaliga úrslitið 2-0.

Móti dystarenda kom Birita Mohr á vøllin og fekk sínar fyrstu minuttir í landskappingini.  

Dagsins leikari gjørdist Sólja Ernstsdóttir.

Komandi sunnudag verður oddadystur á Djúpumýru, tá KÍ tekur ímóti Víkingi.