AVSPÆL
20. apr 2024
Regin Sivertsen

Upptakt: KÍ – B68

Í kvøld verður dystur við Djúpumýrar, har toftamenn koma á vitjan. KÍ skal reisa seg, eftir tapið ímóti HB, ímóti B68, ið hevur havt eina trupla byrjan uppá kappingarárið.

Seinast hesi bæði liðini møttust í Klaksvík, varð talan um ein spennandi dyst sum endaði við javnleiki 1-1.

Bæði liðini hava havt eina verri byrjan enn mett varð – so tí kann væntast at liðini bæði fara at leggja stóra orku í álopspartin.


Eitt afturvendandi evni fyri okkum hevur verið mongu skaðarnir. Tað er ein glotti at hóma. Jonn Johannesen er við at gerast dystarklárur, umframt at liðskiparin, Jákup B. Andreasen er so smátt farin út á vøllin at venja við – ivasamt er um hann verður við í dystarhópinum í kvøld. 

Um KÍ skal fóta sær aftur, so er alneyðugt við einum sigri í kvøld, fyri at kunna fylgja við hinum liðnum í oddastríðnum.

 

Mynd: roysni.fo