AVSPÆL
17. apr 2024
Albin Johannessen

Vunnu á NSÍ

Í kvøld var dystur á Djúpumýru, har KÍ kvinnurnar tóku ímóti NSÍ. Sigast má at áskoðararnir fingu undirhald fyri pengarnar.

NSÍ tók KÍ fullkomuliga á bóli í fyrra hálvleiki. NSÍ lá langt frammi á vøllinum og fekk annars trygga miðvøllin hjá KÍ at skelva. Tað hekk illa saman hjá KÍ í fyrra hálvleiki. NSÍ fekk lukka niður fyri skjóta spælinum hjá KÍ, og trysti KÍ liðið langt aftur á egna hálvu. NSÍ trýstið endaði við at Sára Samson Lamhauge í 19 minutti kundi leggja NSÍ á odda 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Eins og í dystinum móti B36 í farna umfarið, var tað eitt hamskift KÍ lið sum kom á vøllin í seinna hálvleiki. Fyrstu 5 minuttirnir í seinna hálvleiki var NSÍ við í dystinum, men so við og við vann KÍ seg inn í dystin. Sum minuttirnir gingu, vann KÍ yvirtakið á miðjuni.

Spælið út á vengurnar sat betur og skjótu leikararnir hjá KÍ runnu NSÍ leikararnar um koll. Sum hálvleikurin leið komu fleiri og fleiri møguleikar til KÍ, sum tó ikki tóku av. Trýstið gjørdi at NSÍ liðið var trýst langt aftur á vøllin og leikarar sum Sára og Evilin sum skaraðu burtur úr í fyrra hálvleiki, fingu onki at rigga.

KÍ helt fram at trýsta og hevði neyðuga tolið, og tá 82. minuttir vóru leiktir bragdaði hjá KÍ og Durita Hummeland kundi javna til 1-1. Hetta setti veruliga gongd á KÍ maskinuna, og løtu seinni tók Durita Hummeland sakina í egnar hendur og setti ferð á, setti alla NSÍ verjuna av og kundi seta bóltin í netið til 2-1. Nú fór luftin fulkomiliga úr NSÍ og gingu bert 2 minuttir til Sólja Ernstsdóttir kundi økja til 3-1. Langt inn í tíðini dómarin legði afturat, kundi Tórun Højgaard Joensen við flottum langskoti dygst i handara horn økja til 4-1 sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Í kvøld fingu Sólja Vinjardsdóttir Johansen og Margunn Lindholm sínar fyrstu minuttir fyri KÍ, meðan Sólja Ernstsdóttir skoraði sítt fyrsta landskappingarmál í KÍ búnanum.

Alt í alt má sigast, at áskoðararnir fingu ein sera undirhaldandi dyst. KÍ kvinnurnar megnaðu við góðum stríðsvilja at venda dystinum og vunnu ein greiðan uppibornan sigrur. Tað er hugaligt at síggja at liðið hevur styrki, vilja og orku til seinasta bríksl.

Dagsins leikari gjørdist Durita Hummeland.

Næsti dystur hjá KÍ kvinnunum er komandi sunnudag, har tær spæla móti HB í Gundadali.

Næsti heimadystur í landskappingini hjá kvinnunum verður 28.04.2024 tá tikið verður ímóti Víkingi.

Koyr á KÍ!