AVSPÆL
16. apr 2024
Albin Johannessen

Upptakt: KÍ – NSÍ

Eftir ein longri steðg verður aftur dystur á Djúpumýru, har KÍ kvinnurnar í annaðkvøld taka ímóti NSÍ. Dysturin verður bríkslaður ígongd kl 19.45.

Hýrurin í KÍ hópinum er góður, hóðast liðið er plága av skaðum. Skaðastøðan ger væntandi, at onkrir av stuðulsleikarunum sita uttanfyri í morgin. Styrkin hjá KÍ er millum annað, at hópurin er breiður og tí kunnu aðrir leikarar traðka til tá skaðar darva.

Dystirnir millum hesi bæði feløgini eru oftast tættir og spennandi, har KÍ tó oftari hevur staðið eftir sum vinnandi liðið. Kvinnurnar í NSÍ eru miðvísar, og er ætlanin hjá teimum uttan iva at gerast ein fastur FM avbjóðari, tí kann væntast at bæði liðini fara at leggja nógv fyri at vinna dystin.

Seinast liðini hittust var til stórsteypadystin á Tórsvølli. Hendan dystin vann KÍ 2-1 við tveimum málum frá Eyðvør Klakkstein. Um tann dystin kann sigast, at KÍ var spælstýrandi og hevði greiða yvirvág so at siga allan dystin.

Lagt er tí upp til ein spennandi dyst á Djúpumýru í morgin og vónandi møta vit fjølment til dyst, at stuðla okkara kvinnum.

Koyr á KÍ