AVSPÆL
14. apr 2024
Regin Sivertsen

Tap ímóti HB

HB skoraði sigursmálið í endanum av dystinum, og megnaði KÍ ongantíð at seta seg reiðiliga á dystin í dag.

KÍ var tó omaná fyri tað mesta. Við einari trýmansverju helt KÍ tætt í verjustøðu, har HB ikki megnaðu at skapa teir heilt nógvu kjansirnar. KÍ hevði onkran líkinda møguleika - serliga tann hjá Páll í fyrra hálvleiki, har HB málverjin fekk bjarga stútaranum frá Páll. 

Haakon Lunov segði við Televarpið, at KÍ er nú í eini støðu sum vit ikki hava staðið í í trý ár, har vit skulu hyggja inneftir og nullstilla hesa truplu byrjanina. Hann sigur víðari, at hann kennir ikki leikarnar aftur ímun til tað sum hann sær til venjing - at tað er okkurt sálarligt ið tyngir. Víðari sigur hann, at hóast tað ikki skal brúkast sum umbering, so má tamarhald koma á skaðastøðurnar, sum hann metir vera merkverdigar. Í dag fór Cedric skaddur úr upphitingini og Deni fekk ein skaða undir dystinum.

Tað vísti seg, at skaðastøðan hjá Deni ørkymlaði KÍ liðið. Struktururin broyttist har liðið fór frá 3-5-2 til 4-4-2 og so aftur til 3-5-2 og tøktist liðið at vera leitandi ímun til loysnir. Hóast hetta, so má sigast at talan var sum heild høvdu liðini áleið líka nógvar kjansir. HB hevði tveir stórar møguleikar, har teir ta einu ferðina raktu tvørtræið og eina ferð omanfyri. Og fyri KÍ var tað áðurnevndi stútari frá Páll í fyrra hálvleiki - og ein annar líknandi í seinna hálvleiki ið fór framvið.

Sum heild má sigast at KÍ, enn, ikki eru har sum vit plaga at síggja teir. 

//mynd: Savnsmynd, Norðlýsið