AVSPÆL
14. apr 2024
Regin Sivertsen

Upptakt: HB - KÍ

KÍ skal hevna tapið í stórsteypadystinum, tá ið leiðin gongur til Gundadals.

Byrjanin hjá teimum bláu hevur verið eitt sindur misjøvn. Ein trivaligur sigur ímóti ÍF í fyrsta umfari, tveir teprar sigrar ímóti uppflytarunum og eitt tap ímóti B36.

 

Í dag er klassikkarin á skránni. Nógvir minniligir dystir hava verið ímillum KÍ og HB, og hesin er altavgerandi um hvat av liðnum er mest kappingarført ímum til føroyameistaraheitið.

 

Onki er at ivast í, at størsta partin av teimum trimum sigrinum, er, at Páll Klettskarð og Árni Frederiksberg eru glóðheitir í løtuni - og hava lagt serstakliga væl frá landið til hetta kappingarárið.

 

Óvist er um nakar av teimum leikarunum ið hava sitið uttanfyri í ár eru tøkir.

 

Vónandi møta vit fjølment til dyst í dag - koyr á KÍ.

 

//mynd: nordlysid.fo