AVSPÆL
13. apr 2024
Sølvá J. Joensen

Vilhelmsen hevur longt sáttmalan

Okkara U21 landsliðsleikari heldur fram í KÍ í 2 ár afturat.

Jákup N. Vilhelmsen er ikki bangin fyri at traðka á vøllin, og hvørja ferð er tað 100%. Hann er sterkur og hevur ein framúr góðan vinstra fót, sum kemur væl við í verjuni.

- Sum felag eru vit stolt av okkara talentum og síðstu árini hevur felagið arbeitt miðvíst við menningini av yngru leikarunum. Jákup Norðoy Vilhelmsen er eitt av úrslitunum av hesi satsingini. Vit fegnast um, at hann við stuðli frá sínum nærmastu heldur fram á leiðini. Við 2 ára sáttmála, harðari og miðvísari venjing vænta vit, at Jákup í framtíðini verður ein av berandi lyklaleikarunum á besta mansliðnum.

Hetta sigur høvuðsvenjarin, Haakon Lunov, um Jákup, sum hevur roynt seg á øllum yngru landsliðunum.

KÍ takkar Jákup fyri álitið og ynskir honum bjarta framtíð í felagnum.