AVSPÆL
07. apr 2024
Regin Sivertsen

Páll Klettskarð bjargingarmaðurin

Tað kom ein hvøkkur á KÍ liðið, tá ið Skála kom framum beinanvegin í seinna hálvleiki við einum sera flottum langskotið. 

Vit høvdu ávarað frammanundan, at ofta hava dystir á Skála givið okkum høvuðbrýggj. Dysturin í gjárkvøldið bleiv ikki avgjørdur fyrr enn í seinastu sekundunum, tá ið Dan í Soylu við framúr innleggið fann Páll í brotsteiginum sum kláraði at berja verjuleikaran og stýra bóltinum í netið - eitt mál í heimsflokki! 

Tað var uppiborið at KÍ fór avstað við sigrinum í gjárkvøldið. Skála liðið var væl skipað í verjustøðu og tað var trupult hjá KÍ at skapa opnar møguleikar. Skála liðið leitaðu eftir møguleikum til skjótálop, og tað gagnnýttu teir til fulnar tá ið teir fóru í sving í byrjanini í seinna hálvleiki, tá ið Marjus Nón smekkaði til uttanfyri brotsteigarmarkið, og bólturin sang uppi við trýkantin. 

KÍ fekk eitt brotsspark, tá ið Páll bleiv feldur í brotsteiginum. Árni setti bóltin í netið, og KÍ leitaðu eftir sigursmálinum.

Tað gekk long tíð. KÍ spældi skjótt og væl, men høvdu trupult at spæla seg ígjøgnum Skálaverjuna sum høvdu staðsett seg væl frammanfyri Skála málið. Vit skuldu bíða for inn í síðsta minutt sum dómarin hevði lagt afturat, tá ið Dan í Soylu fann Páll í feltinum, og setti bóltin í netið. Páll hevur veruliga fingið gongd í málskjótingina til hetta kappingarárið, sjeynda málið hetta kappingarárið hjá toppskjúttan í felagnum.

Komandi dystur verður ímóti HB í Gundadali.

//Mynd: Savnsmynd frá Norðlýsinum, tá ið KÍ avgjørdu í síðstu løtu ímóti Skála í 2017.