AVSPÆL
06. apr 2024
Regin Sivertsen

Upptakt: Skála - KÍ

KÍ skal í kvøld í eldin aftur, tá ið Skála tekur ímóti undir Mýruhjalla

Tað hevur mangan verið ein trupul uppgáva, tá ið KÍ hevur vitjað á Skála. Uppflytarin av Skála hava higartil vunnið tann eina dystin av trimum, har teir hava møtt EB Streymi, NSÍ og B36. 

KÍ liðið tykist enn at mangla at finna sítt stev. Til dystirnar ímóti B36 og NSÍ hevur liðið havt ávísar trupulleikar, men megnaðu at fóta seg væl eftir at NSÍ var á sigurskós - og KÍ vendi dystinum. 

Fyri KÍ eru enn skaðar sum gera um seg. Odmar, Heini, Jákup, Hallur, Jóhan og Patrick dragast við skaðar - onkur væntast at vera tøkur av teimum í dag. 

Dysturin er fluttur frá klokkan 17 til klokkan 19 í kvøld, vegna vánalig veðurlíkindi.

Koyr á KÍ.

//Mynd: in.fo