AVSPÆL
02. apr 2024
Albin Johannessen

KÍ kvinnur og landslið

KÍ væl umboða á kvinnu landsliðunum

Í dag fór A landsliðið hjá kvinnum til Grikkalands har EM undankappingin byrjar 5 apríl móti Grikkalandi og 9. Apríl verður leikt móti Montenegro. KÍ hevur 7 leikarar í hópinum. Leikararnir frá KÍ eru hesir:

Malena Olsen

Durita Hummeland

Birita Ryan

Tóra Mohr

Tórunn Højgaard Joensen

Eyðvør Klakstein

Sanna Svarvadal

 

U19 landsliðið hjá kvinnum er í hesum døgum í Turkalandi, har EM undankappingin er á skránni. Dystraskráin hjá U19 kvinnunum er hendan: 3. Apríl Turkaland - Føroyar og 6. Apríl Føroyar – Armenina. Hjálparvenjari hjá U19 liðnum er okkara egna Rúna Bjartalíð. Leikararnir frá KÍ eru hesir:

Sólja Ernstdóttir

Jórun Najma Patawary

Jancy Mohr

Vár Johannessen

Elspa Maria Zachariassen

 

Fyri sløkum 3 vikum síðani vann U17 landsliðið við kvinnum sín bólk í kapping sum var hildin í Føroyum. Hetta merkir at U17 kvinnurnar flyta í hægri bólk til komandi kapping. Leikararnir frá KÍ vóru hesir:

Sólja Vinjardsdóttir Johansen

Birita Mohr