AVSPÆL
01. apr 2024
Regin Sivertsen

Framúr "comeback"

Tað mundi gingið galið, tá ið NSÍ var á odda 0-2, men lukkutíð eiga vit nakrar skarpar harrar á topp!

Ein undarligur og ferðmikil dystur í dag har KÍ vann 3-2 ímóti NSÍ. Avrikið var so sum so, men hóast dystargongdin sýntist strævin, so vann KÍ ein uppibornan sigur.

KÍ hevði serliga trupulleikar av mótálopum frá NSÍ í fyrra hálvleiki. NSÍ kom á odda eftir eitt innlegg úr teirra vinstru síðu, har Cedric var so óheppin at beina bóltin í egið mál. Eina løtu aftaná kom Petur Knudsen at standa púra fríur frammanfyri málið, og setti bóltin trygt í netið. 

KÍ hevði verið framvið nakrar ferðir, millum annað hevði Dan í Soylu ein stóran møguleika tíðliga í dystinum. Tá ið hálvleikurin nærkaðist fekk KÍ eitt innkast í vinstru síðu. Eftir eina góða atsøkn á málið endaði bólturin hjá Páll Klettskarð, sum setti bóltin í málið, hansara fimta mál í ár. 

Í seinna hálvleiki hevði KÍ ikki eins stórar trupulleikar av kontraspælinum hjá NSÍ, men hinvegin legði NSÍ nógva orku í at fáa flutt fólk fram til deyðbóltarnar, og tað fingu teir nakrar støður burturúr - men tíbetur fingu teir einki mál. 

Mads B. Mikkelsen spældi ein framúr seinna hálvleik - við nógvum driblingum og við skjótum spælið slapp KÍ ofta ígjøgnum tá ið hann framdi ymsar atsøknir ímóti verjuleikarum. 

KÍ javnaði, tá ið Patrick da Silva skeyt eitt framúr innlegg úr vinstru og fann Páll, sum umaftur skoraði og harvið javnaði til 2-2. Endiliga eitt álop har KÍ fangaði NSÍ verjuna í óbalansu og Páll megnaði við einum ferðmiklum stútara seta bóltin trygt í netið. 

Forloysandi málið kom, tá ið Mads B. Mikkelsen hevði bóltin í høgru síðu. Tað tøktist sum at hann ikki fann ein viðleikara at spæla til, og stóð stillur á vøllinum - tá er tað sum oftast eitt frálíkt hugskot at geva bóltin víðari til Árna. Árni fekk bóltin og hegnisliga knallaði hann bóltin inn í málið við nærmaru stong. 

Dysturin endaði 3-2 til KÍ. Ein strævin dystur hja fjepparum at hyggja eftir, men ein kann altíð frøast um at KÍ megnaði at venda ein 0-2 ósigur til ein 3-2 sigur.