

Upptakt: KÍ - NSÍ
Klokkan 15:00 í dag vitja Runavíkingar við Djúpumýrar.
Kappingin hevur ligið still í góðar tvær vikur. Nú er endiliga dystur aftur á skránni, tá ið KÍ bjóðar uppflytarunum úr Runavík til dyst í Klaksvík. NSÍ hevur veruliga styrkt seg til hetta kappingarárið, og á pappírinum eru sterkir. Hóast teir eru uppflytarar, so verður ikki væntað at NSÍ kemur at stríðast um niðurflyting tá ið kappingin nærkast endanum.
Nøkur kend andlit húsast í NSÍ búnanum. Í nógv ár, frá 2016 til 2021 var Kristian Joensen ein góður málverji fyri okkum - í dag verjir hann málið í barndómsfelagnum, NSÍ. Venjaratoymið er eisini sprotið úr Klaksvík, har Jens Wedeborg og Asbjørn Tungá eru ávíkavist venjari og hjálparvenjari. Eisini Jasper van der Heyden er farin í gula búnan.
Fyri KÍ hevur byrjanin verið misjøvn. Eitt tap í stórsteypadystinum, ein stórsigur ímóti ÍF við flottum spælið og eitt tap ímóti B36. Tað eru nøkur ivamál í hópinum. Heine Vatnsdal og Hallur Hansson eru langtíðarskaddir, Odmar Færø er ikki tøkur enn og Jóhan Josephsen hevur eisini ein snudd at drigast við.
Í bláustovu er upphitingartiltak frá klokkan 14:00, og vit vóna at síggja so nógvar fjepparar til dyst.
Góðan dyst øll somul, og koyr á KÍ.
//Mynd: Nordlysid.fo