AVSPÆL
30. mar 2024
Albin Johannessen

Vunnu á B36

KÍ spældi sín fyrsta landskappingardyst í dag móti B36 í Gundadali.

Í mun til stórsteypdystin hevði KÍ orsaka av skaðastøðuni broytingar í uppstillingini. Fanni Kata Turi vardi málið, Jancy Mohr var aftur á miðvøllinum, meðan Sólja Ernstdóttir varð flutt av miðvøllinum og fram í álopið.

Dystarbyrjanin var heldur rótut, har bæði liðini royndu at vinna yvirtakið á dystinum. Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn KÍ setti seg á dystin, uttan tó at skapa vandamiklar støður. Tað var serliga í deyðbóltsstøðinum, at KÍ var vandamikið og kundi havt skora. Tað var eftir horna, at Malena Olsen við einum fínum stútara legði KÍ á odda eftir 17 minuttir.

Kí sat nú á dystinum og hevði B36 trupult við at seta KÍ verjuna undir veruligt trýst. Tá umleið hálvur tími var leiktur av dystinum noyddist Lóa Samuelsen av vøllinum við skaða, eftir eina óregluliga takling frá B36 leikara. Eins og í stórsteypadystinum órógvaði útskiftingin KÍ liðið, og áðrenn liðið ordiliga hevði fótað sær, kundi Brá Zakarisardóttir javna til 1-1 fyri B36. KÍ hevði tó takið á dystinum tað sum var eftir av fyrra hálvleiki.

Hvat KÍ venjarin hevur sagt í steðginum er ilt at siga, men tað var KÍ sum sat á seinna hávleiki. KÍ skapti møguleikarnar, men B36 stríddist dúgligani ímóti. Stutt eftir steðgin hevði KÍ bóltin í B36 málinum, men málið var ikki viðurkent tí linjuverjin heldur ivasamt metti, at bólturin hevði verið uttan fyri síðulinjuna.

Málið til 2-1 eitt var ein sonn perla. B36 fær eitt heldur óneyðugt fríspark tætt við hornaflaggið í vinstru. Bólturin verður spældur inn í KÍ brotsteigin, har Fanni millum vinir og fíggindar loftar bóltinum. Fanni setur bóltin skjótt í spæl har Vár strýkur avstað og setur B36 miðleikaran av og leggur bóltin fram í høgra horn til Sólju Ernstdóttir, sum setur 2-3 B36 leikarar av, leggur bóltin fyri føturnar á Malenu Olsen, sum lættliga kan seta bóltin í málið til 2-1.

Eftir leiðslumálið sat KÍ á øllum. KÍ hevði bóltin meira og skapti møguleikar, og um neyvleikin var til staðar, hevði sigurin verið uppaftur størri. Sambært hagtølunum er ongin ivi um, at KÍ var betra liðið í dag og skapti meira.

Dagsins leikari gjørdist Malena Olsen.

Fyrsti heimadystur hjá KÍ kvinnunum verður sunnudagin14. Apríl, har tikið verður ímóti NSÍ.

Komandi dagarnar fara 14 KÍ leikarar við ávíkavist A landsliðnum og U19 landsliðinum uttanlands. Vit ynskja teimum øllum góða ferð og bestu eydnu við landsliðunum.

Koyr á KÍ.