AVSPÆL
29. mar 2024
Albin Johannessen

Betri deildin kvinnur

Í morgin byrjar landskappingin

Í morgin leika KÍ kvinnurnar sín fyrsta dyst í landskappingini. Dysturin verður móti B36 á ovaravølli í Gundadali kl 14.45.

Upptaktin til landskappingina hevur fyri KÍ verið góð. KÍ kvinnurnar hava vunnið bæði VFF Cup og stórsteypadystin. Seinast KÍ og B36 hittust var í VFF Cup dysti í Klaksvík, har KÍ vann.

KÍ liðið hevur nakrar smáskaðar at dragast við, men kunnu vit gleðast um, at kvinnurnar hava ein breiðan og sterkan hóp, har kapping er um plássini. Styrkin hjá KÍ hevur ofta verið, at útskiftingarnar ikki gera liðið veikari, men heldur hinvegin, sterkari. Í VFF Cup í vetur, hevur venjaratoymið givið fleir ungum leikarum álit, og hava tær leikt sera væl.

Til stórsteypa dystin var gleðiligt at síggja at liðskiparin Sanna Svarvardal aftur spældi við fullari styrki. Sanna var óheppin í dysti í august í fjør har hon fekk ein knæskaða, sum helt hana úti restina av kappingarárinum. Í stórsteypadystinum var Sanna sera eyðsýnd við sínum ótroyttiliga arbeiðsinnsatsi á miðvøllinum.

Um KÍ liðið megnar at halda somu splæigleðina og styrki sum til stórsteypadystin, vera tær ringar at taka í ár. Serliga var tað í seinna hálvleiki at KÍ fullkomiliga stýrdi dystinum og helt mótstøðuliðnum frá nøkrum líkinda málmøguleika.

Í mun til í fjør eru nakrar broytingar á KÍ liðnum. KÍ hevur havt tilgongd av Sólju Ernstdóttir, Sólju Vinjardsdóttir Johansen og Margunn Lindholm, og Rebekka Benbakoura er farin uttanlands at spæla fótbólt.

 

Koyr á KÍ!