AVSPÆL
24. mar 2024
Albin Johannessen

KÍ kvinnur Stórsteypa vinnarar

Lagt var upp til eina spennandi stórsteypa uppgerð á Tórsvølli í dag, millum FM vinnararnar hjá KÍ og steypavinnararnar úr NSÍ.
Fyri KÍ hava fyrireikingarnar til stórsteypadystin verið eitt sindur truplar. Fleiri skaðar darva á liðnum, onkur hevur verið á námsferðs. Hetta gav pláss til ungar óroyndar leikarar á bonkinum.
Kí fekk eina flúgvandi byrjan, tá Eyðvør Klakkstein eftir 5 minuttum vann bóltin í NSÍ uppspælinum, tók nøkur trekk millum verjuna hjá NSÍ og hegnisliga setti bóltin í málið til 1-0. Eftir leiðslumálið sat KÍ á dystinum og kundi við nærlagni havt lagt seg á odda við fleiri málum.
Tá 25 min vóru leiktir noyddist Sólja Ernstdóttir av vøllinum við skaða. Hetta gjørdi at KÍ gjørdi onkrar broytingar. Durita Hummeland fór úr miðverjuna fram á miðvøllin og Vár Johannessen kom av bonkinum í miðverjuna. KÍ skuldi líka fóta sær eftir hesa broytingina meðan NSÍ sum so at siga onki hevði at bjóða uppá kom spakuliga inn í dystin. Trýsti frá NSÍ gav eisini bonus og í 31 minutti kundi Sjarlotta E Joensen javna til 1-1 eftir heldur yvasamt verjuspæl frá KÍ.
Dysturin bylgjaði eitt sindur aftur og fram eftir útjavnandi málið og man kundi óttast at NSÍ fór at seta seg ordiliga á dystin, tá Margun Lindholm mátti av vøllinum við skaða 2 min eftir útjavnandi málið. Avloysarn hjá Margun var Eydana Gaard sum hóðast sín unga aldur spældi ein fínan dyst.
Kí vann seg meir og meir inn aftur í dystin og aftur var tað Eyðvør Klakkstein sum beint undan steðginum kundi leggja KÍ framum 2-1 við einum sera vøkrum máli. Uppleggi kom frá Malenu Olsen sum við flatari avlevering legði bóltin fyri føturnar á Eyðvør, sum setti verjuna av og við fløtum skoti umvegis handaru stong setti bóltin í netið til 2-1.
Tá seinni hálvleikur byrjaði var væntandi at NSÍ fór at seta alt inn fyri at koma inn aftur í dystin. KÍ verjan og miðvøllurin høvdu tó takið á dystinum og var tað tí sera sjálvdan at NSÍ var vandamikið á hálvuni hjá KÍ. Hinvegin hevði KÍ greiðan yvirluta og kundi saktans vunnið dystin við fleiri málum. So alt í alt má sigast, at sigrin hjá KÍ kvinnunum var greiður, hóðast úrslitið einans gjørdist 2-1.
Móti dystar enda setti KÍ venjarin 2 ungar leikarar á vøllin, tá Margretha Elisdóttir í Buð og Birita Mohr komu inn. Sera hugaligt at tilgongdin av ungum leikarum er stór í felaginum.
Gleðiligt var at síggja, at KÍ liðin í løtum spældi sera góðan, skjótan og beinleiðis fótbólt. Vónandi kann KÍ halda fast í hesi spæligleðini og geva áskoðarunum undirhald og góðar dystir í landskappingini sum nú stendur fyri durðum.

Dagsins leikari gjørdist Eyðvør Klakkstein.


Tillukku við sigrinum