Ósigur ímóti B36
Tað var ikki serliga sannførandi avrik frá okkara monnum, tá ið B36 og KÍ hittust í Gundadali
Tað var ein ferðmikil dystur í gjár. Nógvar støður frammanfyri bæði málini, men hvørgan av liðnum megnaði at skapa stórar møguleikar - dysturin var eisini merktur av, at nógvar avleveringar ikki sótu nóg væl.
Vit sóu nakrar nýggjar leikarar í leiki í gjár. Mark Fabricius byrjaði í málinum, Cedric spældi sín fyrsta dyst í miðverjuni og Pætur Petersen leikti frá byrjan.
B36 liðið er í nýggjum hamið, og sást at liðið er spennandi við skjótum og nógvum flytingum. B36 kom framum eftir ein deyðbólt, har málverjin sá út til at vera óheppin í støðuni. Tá ið KÍ so royndi at fáa útjavnandi málið, straffaði B36 okkum.
Takk fyri stuðulin kring vøllin til dystin
Mynd. Nordlysid.fo