AVSPÆL
16. mar 2024
Regin Sivertsen

Leiðin gongur til Gundadal!

I dag er avbjóðingin B36 í Gundadali. Hjá KÍ er tað komi væl við at leikarar eru við at koma fyri seg eftir skaða, umframt at nýggi verjuleikarin hevur fingið loyvini uppá pláss.

Tað er lagt upp til eitt brak, tá ið B36 bjóðar KÍ av í Gundadali í kvøld. Bæði liðini lógdu út við sigrum í fyrsta umfarið - har bæði liðini hava havt nakað av til- og frágongd ímun til undanfarna kappingarár. 

Fyri KÍ kemur tað væl við, at nýggi miðverjin hevur fingið loyvini uppá pláss - har tað hevur verið ein missur at Heini, Odmar og Børge ikki vóru tøkir í fyrstu umførunum. Enn er óvist við Odmar, men tað gongur ein løta áðrenn Heini verður tøkur og Børge er nær við at vera dystarklárur.

Tað var gott fyri KÍ at vinna ein so trivaligan sigur ímóti ÍF, har álopið verður vísti styrki og dygd. Men givið er, at mótstøðan í dag er ein onnur, har B36 helst verður við at kappast í oddinum í ár. 

Vit gleða okkum til dystin, og vóna at síggja ein bláan Gundadal í dag. 

Koyr á KÍ.

//Mynd: Norðlýsið